Sølvi verður nú integratiónssamskipari

- Við hesum tekur kommunan enn eitt stig í arbeiðnum at menna eitt opið og fjølbroytt lokalsamfelag, har øll hava møguleika at luttaka og trívast

Runavíkar kommuna hevur sett Sølva Reinert Hansen í starv sum integratiónssamskipara. Hann byrjar í starvinum hin 1. juli 2026.

 

- Talan er um eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv, sum verður sett á stovn í sambandi við nýggju integratiónslógina, sum áleggur øllum kommunum at hava ein integratiónssamskipara í seinasta lagi 1. juli 2026. 

 

Í Runavíkar kommunu vísa tey á, at sum vinnuligur miðdepil í Føroyum hevur kommunan seinnu árini havt stóran fólkavøkstur. Ein partur av hesum vøkstrinum stavar frá tilflyting úr útlondum, og longu í dag eru tilflytarar ein sjónligur og virkin partur av lokalsamfelagnum.

 

- Við setanini av einum integratiónssamskipara styrkir kommunan arbeiðið við at tryggja, at nýggir borgarar fáa eina góða móttøku og gerast virknir luttakarar í samfelagnum.

 

Sølvi Reinert Hansen starvaðist í 13 ár sum leiðari á mentanardeildini hjá Runavíkar kommunu.

 

- Har hevði hann ábyrgd av fleiri teimum økjunum, sum hava stóran týdning fyri trivnað og integratión, millum annað mentan, frítíðarvirksemi, bókasavn, kvøldskúla og samstarv við ítróttarfeløg, sjálvbodnar felagsskapir og onnur, sum skapa virksemi í kommununi.

 

Víst verður á, at í nýggja starvinum skal Sølvi samskipa arbeiðið við integratión sambært integratiónslógini. Uppgávurnar fevna millum annað um at taka ímóti nýggjum tilflytarum, skipa fyri kunning og vegleiðing, styrkja samstarvið við arbeiðsgevarar, feløg og kommunalar stovnar og virka fyri, at tilflytarar gerast virknir í felagslívi, mentanarlívi og frítíðarvirksemi.

 

Dentur verður eisini lagdur á føroyskt mál og á at skapa góðar karmar fyri, at nýggir borgarar kenna seg heima í kommununi. 

 

- Við hesum tekur kommunan enn eitt stig í arbeiðnum at menna eitt opið og fjølbroytt lokalsamfelag, har øll hava møguleika at luttaka og trívast.

 

Í Runavíkar kommunu ynskja tey Sølva Reinert Hansen hepna hond við arbeiðnum.