11 av 14 flokkum í Danmark vil avtaka undantøkini

Í dag er fólkaatkvøða í Danmark um undantøkini í sambandi við at Danmark ættar at avtaka fyrivarnið, sum Danmark hevur í sambandi við felags trygdar- og verjusamstarvið í ES.

Ja-flokkarnir hava 139 tingsessir í Fólkatinginum, meðan nei-flokkarnir hava 27.

Sjálvt um Liberal Alliansa, Kristindemokratarnir, Alternativið og Fríu Grønu standa uttan fyri politisku avtaluna um at økja útreiðslurnar til verjuna, vilja teir fýra flokkarnir eins og Javnaðarflokkurin, SF, Radikalu, Vinstri og Tey Konservativu at avtaka verjufyrivarnið. Tað sama gera Moderatarnir og Veganaraflokkurin.

Harafturímóti mælir Danski Fólkaflokkur, Nýggju Borgarligu og Eindarlistin til at atkvøða nei til at avtaka fyrivarnið á fólkaatkvøðuni í dag.

Liberal Alliansa, sum vil avtaka verjufyrivarnið, mælti í 2015 saman við Danska Fólkaflokki og Eindarlistan til at atkvøða nei við fólkaatkvøðuna um rættarfyrivarnið.

Nýggju Borgarligu, sum er ein av teimum trimum nei-flokkunum hesaferð, varð stovnaður í 2015 og mælti somuleiðis tá til at atkvøða nei.

Hesir 11 flokkar vilja atkvøða JA:

* Javnaðarflokkurin.

* Tey Radikalu.

* Tey Konservativu.

* SF.

* Veganaraflokkurin.

* Liberal Alliansa.

* Kristindemokratarnir.

* Moderatarnir.

* Fríu Grønu.

* Vinstri.

* Alternativið.

Fríu Grønu taka undir við at avtaka fyrivarnið, men vilja ikki mæla til eitt ja ella nei.

Hesir tríggir flokkar mæla til at atkvøða NEI.

* Nýggju Borgarligu.

* Danski Fólkaflokkur.

* Eindarlistin.

Ja-flokkarnir umboða tilsamans 139 sessir, meðan nei-flokkarnir telja tilsamans 27 sessir í Fólkatinginum.

Uttan fyri hetta roknistykkið eru 9 leysgangarar og 4 umboð fyri Grønland og Føroyar, sum tilsamans gevur 179 tingsessir.

Keldur: Ritzau og heimasíðan hjá Fólkatinginum, ft.dk.

/ritzau/