Guvernørurin í Donetsk-regiónini, Vadym Filasjkin, veit í morgun at siga, at russar hava lopið á ukrainska býin, Dobropillja.
11 fólk hava latið lív í álopinum.
Aftrat teimum deyðu, eru fleiri løstað, veit tíðindastovan, TT, at siga.
Á boðtænastuni Telegram skrivar guvernørurin, at russar, sum náttin leið, framdu trý álop á býin.
- Fyribils upplýsingar siga, at fýra íbúðarblokkar fingu skaða í russisku álopinum, leggur Vadym Filasjkin aftrat.
Guvernørurin sigur eisini, at endaliga talið av deyðum og løstaðum helst verður dagført seinni.
Tað er tíðindastovan NTB, sum ber hesi tíðindi úr Ukraina í morgun.