Fríggjakvøld er regattasigling í Sundalagnum - av Eiði til Hósvíkar, sum heldur fram við bátahugna og veitslukvøldi í Hósvík.
Tá so leygardagurin kemur, og bátafólk eru nøkulunda úthvíld eftir tiltakið í Hósvík, loysa nógv bátar í Hósvík og halda leiðina fram til Nólsoyar.
Stór regatta
Enn einaferð eydnaðist Hósvíkar Róðrarfelag at skipa fyri eini vælmøttari regattasigling.
Einir 100 bátar við motori - í flestu førum “gardinbátar” - stevndu av Eiði til Hósvíkar, og tá farið varð undir brúnna suður yvir, var talið av bátum umleið 110.
Men, aftrat teimum mongu motorbátunum, vóru eisini einir átta róðrarbátar, har ímillum teinæringurin við ikki færri enn 20 fólkum til árar.
Umframt teir umleið 75-80 bátarnir, sum løgdu til bryggju í Hósvík, vóru fleiri bátar, sum fóru heimaftur eftir sjálva siglingina.
Væl nøgd
Sarita G. Joensen, forkvinna í Hósvíkar Róðrarfelag, sigur, at tey eru væl nøgd við regattasiglingina í ár.
- Jú, vit eru stak væl nøgd, bæði við talið av bátum, sum luttóku og øll tey mongu, sum vóru í dansi, har Hans Jacob Hjelm og vinmenn spældu í Bygdarhúsinum, sigur Sarita G. Joensen.