112 dagur á dagstovnaøkinum

- Børnini sleppa at síggja og royna seg innan bjarging, og her verður eisini sjúkrabilur og løgregla

 

- Í dag er 112 dagur í Gjáarlon, Látipípuni og Kongskjallaranum.

 

Soleiðis siga tey í Vestmanna kommunu í dag. 

 

Tað er dagstovnaøkið, sum skipar fyri 112 degnum í Vestmanna.

 

- Børnini sleppa at síggja og royna seg innan bjarging, og her verður eisini sjúkrabilur og løgregla.

 

Eitt frálíkt tiltak, har børnini fáa innlit í, hvat tað er, sum hendir, tá bjargingarátøk verða sett í verk.