1149 nýggir smittutilburðir í Noregi

Hetta er væl minni enn miðaltalið fyri hvønn dagin seinastu dagarnar, men 102 tilburðir fleiri enn seinasta leygardag.

 

 

Seinasta samdøgur hevur Noreg skrásett 1149 nýggjar koronu-tilburðir.

 

Tað er 275 tilburðir færri enn miðaltalið seinastu sjey dagarnar sum er 1424.

 

Hóast talið er væl lægri enn miðaltalið hesar seinastu dagarnar, er hetta 102 tilburðir fleiri enn leygardagin fyri einari viku síðan, tá tilburðirnir vóru 1047.

 

Vanliga verða færri covid-19 kanningar gjørdar í Noregi um vikuskiftini enn í vikuni annars. Í løtuni er koronu-smittan veksandi í 91 norskum kommunum. 

 

Í dag liggja 88 fólk á norskum sjúkrahúsum við koronu, og higartil eru 822 fólk deyð við koronu í Noregi.