Fyrr í dag skrivaði in.fo, at okkurt, ið minti um eina hondgranat var funnið við ráðhúsið í Lemvig.
Økið kring ráðhúsið var avbyrgt.
Nú hava fólk við kunnleika til slíkt kannað málið, og taln var um eina grant frá seinna heimsbardaga, skriva danskir miðlar.
Men tó var ongin vandi á ferð, tí botnstykkið vantaði, so vandi var ikki fyri spreinging.
Mett verður, at møguliga hevur onkur roynt at koma av við granatina, og hevur lagt hana við ráðhúsið, har løgreglan eisini heldur til, men sagt verður, at hetta er ein heldur óheppin háttur at sleppa sær av við tílíkan lut.