»Hen« og »de« eru millum tey 62 orðini, sum Sprogstyrelsen hevur lagt afturat donsku orðabókini »Ny ord på donsk 1955 til i dag«.
Tað skrivar Politiken í dag.
Bæði »hen« og »de« kunnu brúkast sum fornøvn fyri fólk, sum ikki identifisera seg sum mannfólk ella kvinnufólk.
» Nye ord i dansk« er ein orðabók á netinum, har tú kanst finna » ord og udtryk, der vedrører tidstypiske sproglige tendenser i det danske samfund«.
Tað er sostatt ikki soleiðis, at orðini eru komin afturat »Retskrivningsordbogen«, sum er almenna danska stavsetingarorðabókin.
- Bæði »de« og »hen« eru miðdepilin í málsligum orðaskifti seinastu árini, sigur Margrethe Heidemann Andersen, seniorgranskari í Dansk Sprognævn, við Politiken.
- Og so skalt tú eisini duga at sláa tey upp og síggja, hvat tey merkja og hvussu tey verða brúkt.
Talan er um uppslagsorð frá tíðarskeiðinum 1957 til 2024, sum nú eru komin í orðabókina.
»Hen« er frá 1981, meðan »de« er frá umleið 2010.
Fleiri onnur orð eru eisini vorðin partur av netorðabókini. Hetta er til dømis galdandi fyri orðið »bolo« sum »stytting fyri spaghetti bolognese« og orðið »orgasmekløft«, sum lýsir ein »systematiskan mun á, hvussu ofta menn og kvinnur fáa orgasmu undir samlegu«.
Tær eru dagfestar til ávikavist 2006 og 2019.
- Talan er sostatt ikki neyðturviliga um orð, sum eru nýggj í donskum. Hinvegin endurspegla tey øll tað, sum er ein av kjarnuuppgávunum hjá stýrinum, nevniliga at fylgja við menningini av málinum, skrivar Dansk Sprognævn í tíðindaskrivi.
Orð úr alheimspolitikki og ítrótti hava eisini funnið veg inn í nýggjastu útgávuna av »Nye ord i dansk«.
Sostatt er »skyggeflåde« komin við. Orðið, sum serliga hevur verið nevnt í sambandi við Russland og Vesturlendsk revsitiltøk, vísir til ein »flota av óskrásettum, ofta eldri tangaskipum, sum verða brúkt til at umganga revsitiltøk«.
Samstundis er orðið »elastikkørsel« tikið við sum eitt slag av »koyring, har ein skiftir millum at koyr aspakuligt og at koyra skjótt «. Tað er frá 2000 og verður brúkt, sambært Dansk Sprognævn, serliga innan súkkling. Tað kann eisini brúkast breiðari.
Áðrenn orð taka stigið víðari og gerast partur av »Retskrivningsordbogen«, mugu tey hava eitt meira raðfest pláss í málinum ella vera trupul at stava, skrivar Politiken.
/Ritzau/