Trump: - Næstan sum at blanda olju og edik

Amerikanski forsetin væntar ikki, at hann verður við á einum møguligum fundi millum Putin og Zelenskyj

Donald Trump sigur, at tað verður trupult at fáa í lag ein fund millum russiska forsetan og ukrainska forsetan.

 

Tað veit tíðindastovan, Reuters, at siga í dag.

 

- Vit fáa at síggja, um Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj vilja samstarva. Hetta er næstan sum at blanda olju og edik, sigur Donald Trump.

 

Tað eru kendar orsøkir til, at forsetarnir ikki kunnu semjast, sum Donald Trump tekur til og sipar til russiska álopskríggið á Ukraina.

 

Á tíðindafundi sigur amerikanski forsetin, at tað er óvist, um tørvur er á, at hann verður við á einum møguligum fundi teirra millum.

 

Donald Trump leggur aftrat, at hann "helst ikki" verður við á fundi millum Vladimir Putin og Volodymyr Zelenskyj.