Enn ein føroyingur fer uttanlands at royna seg.
B36 skrivar á facebookvanga sínum:
- Mattias seldur til Västerås
Mattias Hellisdal hevur fyrrapartin skrivað undir sáttmála við svenska felagið Västerås SK.
Fyrr í vikuni komu B36 og VSK ásamt um treytirnar fyri at leysgeva hann úr sáttmálanum í B36.
Mattias flytur beinanvegin til Svøríkis og hevur av tí sama spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni.
VSK er í løtuni við í kappingini um at flyta upp í bestu svensku deildina.
VSK hevur 11 dystir eftir at leika í næstbestu svensku deildini, ið endar 8. november.
19 ára gamli miðvallarin spældi sín fyrsta dyst fyri B36 fyri tveimum árum síðan, í august 2022, og menti seg síðan til at vera ein av stuðulsspælarum.
- Hetta er ein spennandi møguleiki, og eg gleði meg at hjálpa liðnum í stríðnum um at vinna sær pláss í bestu deildini, sigur Mattias við heimasíðuna hjá VSK.
B36 ynskir Mattiasi Hellisdal bestu eydnu við nýggju avbjóðingini.
VSK er triðfremst í deildini við 35 stigum. Fremst eru Örgryte og Kalmar FF við 38 stigum hvør.