Mikudagin varð ein 58 ára gamal maður jarðaður í eini arbeiðsvanlukku í Danmark. Maðurin doyði av løstunum. Seinastu 12 árini eru fimm arbeiðsmenn livandi jarðaðir í vanlukkum, skrivar danska fakblaðið 3F.
Tað var í samband við kloakkarbeiði í Sorø, at ein 58 ára gamal arbeiðsmaður varð jarðaður undir i jørð. Danska fakblaðið 3F sigur, at hetta er aðru ferð í ár, at ein persónur doyr í slíkari arbeiðsvanlukku. 18. januar doyði ein annar maður, í fimtiárunum, meðan hann gravaði út til eitt biogassannlegg. Hann varð jarðaður undir 6 metrum av mold.
3F hevur biðið um innlit í málið, og skrivar nú, at minst átta persónar eru deyðir í slíkum arbeiðsvanlukkum síðani 2006, meðan fýra onnur síðani 2005 eru deyð í líknandi vanlukkum, jarðaði undir saguspónum, korni, sukuri ella øsku.
Danska arbeiðseftirlitið fer nú at taka stig til eitt fyribyrgjandi átak.
- Tað skal vera eitt felags átak, har vit seta sjóneykuna á øki og fáa boðskapin út, so vit vónandi sleppa undan slíkum vanlukkum, boðar Arbeiðseftirlitið frá.
Deyðsvanlukkan í Sorø hendi, meðan maðurin sat í eini gravimaskuni og gravaði eina kloakk. Maðurin fór niður í eitt 2,7m djúpt hol, men tá fullu síðirnar saman oman yvir mannin. Maðurin arbeiddi einsamallur, so ilt er at siga, hvat hendi.
Arbeiðsfelagarnir hjá manninum royndu at grava hann leysan við spaka, men máttu gevast, tí vandi var fyri, at meiri jørð fór at rapa, sigur løgreglan í Sorø við 3F.
Arbeiðseftirlitið kannar enn málið, og tí er ov tíðliga at siga nakað um, hvørt nakar kann ábyrgdast fyri vanlukkuna.