Hvat gert tú fyri at halda teg sunnan?
- Eg renni tríggjar til fýra ferðir um vikuna og geri venjingar fyri armar, búk og rygg – umframt planka.
Tað sigur Kári Johansen.
Hann sigur seg eisini vera tilvitaðan um, hvat hann etur.
Hvønn týdning heldur tú, at rørsla hevur?
- Rørsla hevur stóran týdning fyri meg. Sum ungur svam eg kapp og róði kapp, men so gingu 30 ár uttan rørslu og við einari yvirvekt á 40 kilo.
Kári Johansen sigur, at hetta endaði við, at hann eitt kvøldið fyri fýra árum síðan fekk hjartatrupulleikar.
- Nú fýra ár seinni eri eg komin 34 kilo niður í vekt, og í dag orki eg alt nógv betur.
Hann hoyrir tó ofta fólk, hann kennur, siga soleiðis:
- Nú mást tú ikki tapa teg meira!
##med2##
Kári Johansen sigur seg ikki skilja so væl hesi fólk, sum siga so, tí tá hann vigaði 116 kilo, segði eingin nakað.
Hevur tú tað betur likamliga og sálarliga við at verða virkin?
- Eg havi tað nógv betri nú. Eg orki nógv meira, og rørsla ger meg bæði sálarliga og likamliga nógv betur til pass, sigur hann.
(Í VikuskiftisSosialinum hesaferð, sum fæst til keyps í blaðsølunum, seta vit fokus á heilsu)
Lesið eisini:
Renniskógvar kundu minkað nógv um heilivágin - https://www.in.fo/news-detail/einar-renniskogvar-kundu-minkad-nogv-um-heilivagin