Trump fer at senda Patriot-rakettir til Ukraina

Amerikanski forsetin sigur í nátt, at hann fer at senda Patriot-rakettir til Ukraina.

Amerikanski forsetin, Donald Trump, segði íbnátt, at hann fór at senda Patriot-rakettir til Ukraina.

Tað segði hann á Joint Base Andrews hernaðarstøðini, sum liggur uttan fyri amerikanska høvuðsstaðin, Washington D.C., skrivar tíðindastovan Reuters.

Trump vildi ikki siga, hvussu nógvar Patriot-rakettir hann fór at senda, men at hann fór at senda nakrar. Tað er ikki greitt, nær hann fór at senda rakettirnar.

Ukraina hevur biðið USA um at levera Patriot-rakettir og skipanir, sum ukrainska stjórnin metir vera avgerandi fyri at verja sínar býir móti russiskum loftálopum.

Síðst í juni segði Trump, at hann var opin fyri at senda Patriot-rakettir til Ukraina, men lovaði einki.

 

/Ritzau/