Amerikanski forsetin hevur eftir øllum at døma ikki sama álit á russiska forsetanum nú, sum hann hevur havt.
- Vladimir Putin ger mong ovfarin. Hann snakkar pent, og so bumbar hann øll um kvøldið.
Donald Trump sigur, at tað er ein trupulleiki við hesum, og hetta líkar ikki amerikanska forsetanum.
Forsetin hevur gjørt av at senda Ukraina fleiri patriot-rakettir, og tað verður sambært Donald Trump ES, sum ber rokningina.
Hann vildi tó ikki siga, hvussu nógvar rakettir talan er um.
Ukraina hevur longu fleiri patriot-útskjótingarrampur, men landinum vantar fleiri patriot-rakettir.
- Vit fara at senda patriot-rakettir til Ukraina, sum landið hevur stóran tørv á, sigur Donald Trump sambært NTB.
Lagt verður aftrat, at patriot-skipanin eru millum tær fáu av sínum slag, sum kunnu steðga ballistiskum rakettum.