Tað mundi komið eldur í ein bil inni í Eysturoyartunlinum, men tað eydnaðist at fáa tamarhald á støðuni, áðrenn tað bleiv heilt galið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Tunnilin er stongdur í løtuni, men so skjótt sum vaktleiðarin hjá sløkkiliðnum sigur gott fyri tí, so letur tunnilin uppaftur, verður sagt av politistøðini í Havn.