Fyri fyrstu ferð nakrantíð hevur danska kvinnulandsliðið í fótbólti einki stig fingið í einum EM-endaspæli.
Danmark tapti í innleiðandi bólki C í kvøld 2-3 fyri Póllandi á Swissporarena leikvøllinum í Luzern. Hinvegin var talan um fyrsta sigurin hjá Póllandi í einum EM-endaspæli, og tær kundu tí stórfegnast.
Svøríki vann í bólkafinaluni stórsigur 4-1 á Týsklandi á Letzigrund leikvøllinum í Zürich.
Svøríki vann bólkin við níggju stigum. Týskland endaði á seks stigum, og vinnur seg eisini í fjórðingsfinalurnar. Pólland endaði á trimum stigum, og Danmark hevur einki stig.
Pólland-Danmark 3-2 (2-0)
1-0 Natalia Padilla ('13 )
2-0 Ewa Pajor ('20 )
2-1 Janni Thomsen ('59 )
3-1 Martyna Wiankowska ('76 )
3-2 Signe Bruun ('83 )
Svøríki-Týskland 4-1 (3-1)
0-1 Jule Brand ('7 )
1-1 Stina Blackstenius ('12 )
2-1 Smilla Holmberg ('25 )
3-1 Fridolina Rolfo, br. ('34 )
4-1 Lina Hurtig ('80 )
Í annaðkvøld klokkan 20 vera seinastu dystirnir leiktir í innleiðandi bólki D. Ongland og Wales møtast á Kybunpark leikvøllinum í St. Gallen, og Niðurlond og Frakland spæla á St. Jakob Park leikvøllinum í Basel.
Frakland hevur seks stig. Ongland og Niðurlond hava trý stig hvør, og Wales er aftast við ongum stigi.