Hann doyði í 1799, og familjan fór av landinum. Teksturin á steininum hevur verið ólesiligur seinastu meira enn 100 árini. Tí vistu tey flestu ikki, hvar hann var grivin.
Rasmus Jørgen Winther var tann, sum stovnsetti hendan kirkjugarðin og vildi sjálvur verða jarðaður í honum. Umframt var tað hann, sum tók stig til byggingina av Havnar kirkju á Bryggjubakka, og eisini stóð hann fyri byggingini av prestagarðinum í Sandagerði.
Hesi avrik hjá prestinum verða tikin fram undir gudstænastuni í Havnar kirkju í morgin, sunnudagin, kl. 11.
Aftaná verður vitjað við gravsteinin á Svínaryggi, har blómur verða lagdar.
##med2##
Við at skanna QR kotuna á gravsteinunum sæst hesin teksturin:
Rasmus Jørgen Winther (1749-1799)
Sóknarprestur í Suðurstreymoy. Avrikaði nógv sóknini at frama. Fekk í lag kirkjugarð á Svínaryggi (1782), nýggja kirkju við Bryggjubakka (1788) og prestagarð í Sandagerði (1790). Leiði hansara á Svínaryggi er sermerkt.
Rasmus Jørgen Winther doyði av landfarsótt heima í prestagarðinum í Sandagerði í 1799. Tað sigst, at hann á embætisferð í Kirkjubø hevði bírættað sjúk sóknarbørn og var sjálvur vorðin smittaður. Eftir egnum ynski vildi hann jarðast á Svínaryggi, hóast kirkjugarður var við kirkjuna á Bryggjubakka. Hann eigur orðini: “Jeg vil hvile mellem mine Faar”. Sambært frásøgufólki úr Nólsoy vóru tað nólsoyingar, ið bóru hann til gravar.
Leiðið er gravkamar laðað av tigulsteinum. Vakri legsteinurin omaná er reydligur sandsteinur prýddur við høggmyndum av marmori. Helst er hann gjørdur í Danmark. Hugsandi er tað Niels Ryberg (1725-1804), keypmaður, ið hevur goldið. Tað var Ryberg, ið virkaði til, at Rasmus kom til Føroya.
Í sínum starvi bøtti Winther nógv um viðurskiftini hjá kirkjuni. Tá ið hann kom til Havnar í 1780, var eingin prestagarður tøkur, men havnarprestar høvdu Sandagerðisgarð í festi. Rasmus fær húsini í Sandagerði umvæld og umbygd til nýggjan prestagarð. Prestafólkini fluttu inn í september 1790.
Úti á Reyni vóru bæði kirkja og kirkjugarður ov lítil í mun til fólkatalið í Havn. Rasmus fór tí undir at savna pening til nýggja kirkju. Hetta lukkaðist væl, og nýggj kirkja varð bygd við Bryggjubakka. Hon varð vígd av Andreasi Djurhuus, prósti, triðja sunnudag í advent 1788.
Kirkjugarðin á Svínaryggi fær Rasmus eisini í lag. Hann vígdi kirkjugarðin Kristi himmalsferðardag 1782. Fyrsta fólkið, ið er jarðað har, er “Jacob Hansens Kone” úr Havn. Hon hevur ongan gravstein, og tí ber ikki til at siga, hvar leiðið er. Hon varð jarðað tann 21. mai 1782. Tað sigst, at hon var dóttir skælingssystkini, ið vórðu avrættað fyri blóðskemd í 1706.
##med3##
##med4##
##med5##
Heimildir:
Dahl, Sverri. Havnar Kirkja. 1968. Gøta.
Dahl, Sverri. Rasmus Jørgen Winther sóknarprestur 1780-1799. Í: Kirkjutíðindum nr. 4, 1982. Tórshavn.
Kirkjur í Havn. Nær verður Havnin kirkjubygd! Í: Sosialinum 15. desember, 1988. Tórshavn.
Nolsøe, Jens Pauli. A. & Jespersen, Kári. Havnar søga II. 2004. Tórshavn.