Hann hevði eitt »fyrrverandi kennskap« har, sum vaktleiðarin málbar seg. Hann varð síðani burturvístur.
Í Suðuroy gjørdi løgreglan kanningar á skeinkistøðum, men har var alt, sum tað skuldi vera.
Eitt mál var um ein sokallaðan parkeringsskaða, har skaði kom á ein bil, sum stóð parkeraður á parkeringsøkinum millum Vatnsoyrar og Fjallavatn. Hest hevur onkur sligið eina hurð í, men hevur ikki boðað frá. Vaktleiðarin sigur, at tey hava einki at ganga ertir, men fara at hyggja eftir vakmyndatólum hjá Zarepta at vita, um tey síggja hvør tað kann hava verið.
Klokkan 23 í gjárkvøldið fekk løgreglan fráboðan um, at ein ávirkaður persónur lá og svav í grasinum við Eysturvøll í Havn. Hann var fingin á føtur aftur og til hús.
Um hálvgum tólv tíðina í gjárkvøldið kom ein fráboðan norðanifrá um ein persón, sum hevði brotið sítt tilhald. Løgreglan kom á staðið, men viðkomandi nokta fyri at hava brotið tilhaldið. Men løgreglan fekk prátað við persónin, sigur vaktleiðarin.
Og ein fráboðan kom afturat í Havn klokkan 2 í nátt um ein ávirkaðan persón sum sat og svav á einum beinki í Steinatúni. Hann varð koyrdur til hús.