Tað vóru ymiskir feilir og manglar, sum løgreglan legði merki til á bilum og prutlum í Suðuroynni í gjár.
Nakrir bilførarar sótu ikki í trygdarbelti, á onkrum bilum vóru lyktafeilir, onkur bilur koyrdi við píkadekkum, onkur hevði ikki koyrikoyrt, tá ið koyrt varð, onkur hevði ikki hjálm, tá ið koyrt var á prutli, og onkur hevði bygnaðarbroytt prutl – tað sum í dagligari talu verður kallað eina tunaða knallert.
Umframt tey 12, sum fáa bøtur, vóru 15, sum fingu átalur. Í flestu førum var talan um eina peru, sum var brostin.
Løgreglan var eisini norðanfyri í gjár. Í Klaksvík vóru tríggir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon.