Eftir summarsteðg í tað mesta av einum mánað fór bólturin í kvøld á rull aftur í næstbestu deildini.
AB hevði í góða summarveðrinum vitjan av teimum næstbestu hjá Víkingi, og AB vann 3-0 eftir 2-0 í fyrra hálvleiki. Harvið undirstrikaðu argjamenn, at teir av álvara hava kós ímóti bestu deildini.
Sigurin ber við sær, at AB er næstfremst við 41 stigum. Skála er topplið við 46 stigum, og B71 er á triðja plássi við 33 stigum. Skála hevur spælt ein dyst færri enn AB, og B71 hevur spælt tveir dystir færri enn AB.
21 ára gamli Dánjal Danielsen plagdi at vera verjuspælari. Nú er hann álopsspælari, og í kvøld skoraði hann tvey mál. Hann er AB toppskjútti við 11 málum.
Gunnar Reynslág legði beinanvegin AB á odda. Hann hevur nú skorað trý mál í ár. Uppleggið átti Sjúrður Henriksen.
Tíggju minuttir undan steðginum var Dánjal Danielsen upp á spæl, tá ið hann økti um munin til 2-0. Uppleggið átti Luca Ørsted Thorstensen, sum síðani summarsteðgin í fjør hevur verið á Argjum.
20 minuttir undan leikloki varð 3-0 sigurin staðfestur. Uppskriftin var tann sama, sum tá ið 2-0 málið varð skorað. Dánjal Danielsen skoraði, og Luca Ørsted Thorstensen átti uppleggið.
Víkingur er á fimta plássi við 22 stigum. Á liðnum hjá Víkingi í kvøld vóru bara ungir spælarar, sum eru uppaldir í Sarpugerði.