Ein dómstólur í amerikanska statinum Indiana hevur fømt ein 12 ára gamlan drong 25 ára fongsul fyri dráp. Drongurin, sum eitur Paul Gingerich, fekk 30 ára fongsul, men dómarin gjørdi av, at hann kann royndarleyslatast um 25 ár.
Í rættinum varð Paul Gingerich dømdur fyri at hava skotið tann 49 ára gamla Phillip Danner tvær ferðir. Hann varð so meint raktur, at hann doyði stutt eftir.
Paul Gingerich var ikki einsamallur um drápið. Hann var saman við einum 15 ára gomlum drongi, sum var fostursonur Philip Danner. Tann 15 ára gamli hevur longu fingið 25 ára fongsul fyri at hava skotið fosturpápan tvær ferðir. Ein triði drongur, sum var 12 ár, var saman við teimum, men hann skeyt ikki.
Paul Gingerich segði í rættinum, at hann iðraði seg um tað, sum hann hevði gjørt.