Tað var hóskvøldið, at ein maður boðaði løgregluni frá, at hann hevði funnið ein illgrunasaman lut í urtagarðinum, har hann gróv.
Løgreglan fór á staðið at kanna lutin, men heldur ikki tey visti, hvat tað var fyri lutur.
Talan var um eitt runt hylki, sum kundi mint um eitt cigarhylki, bara nógv størri, og í endanum sóust nakrir leidningar.
Í slíkum førum sendir løgreglan boð eftir Arktiskt Kommando, sum hevur serfrøðingar á økinum, um talan skuldi verið um ein lut, sum hevur okkurt við spreingievni at gera.
Í dag segði vakthavandi á politistøðini, at heldur ikki serfrøðingarnir hjá Arktisk Kommando kendust við lutin. Men teir bundu um heilan fingu, tryggjaðu lutin og koyrdu niðan í grótbrotið í Hundsáarbotni, har teir við spreingievni sprongdu lutin í luftina, so hann í øllum førum ikki ger nakran skaða.