11 valevni stilla upp ímóti Emmanuel Macron um at gerast franskur forseti. - Foto: Daniel Karmann/AP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix

12 valevni vilja verða forseti í Frankaríki

Valevni úr bæði vinstra- og høgraveingi stríðast fyri at vinna franska forsetavalið. Her er eitt yvirlit:

 

11 valevni stilla upp ímóti Emmanuel Macron um at gerast franskur forseti. - Foto: Daniel Karmann/AP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix

Í dag er fyrra valumfar í franska forsetavalinum. 12 valevni stilla upp til valið, og millum mótvalevnini hjá franska forsetanum Emmanuel Macron er Marine Le Pen frá ytsta høgraveingi.

Her er eitts indur um tey 12 valevnini:

Í klombrum sendur, hvønn flokk valevnið umboðar.

* Emmanuel Macron, forseti (La République En Marche!).

Fyrimunurin hjá 44 ára gamla forsetanum ímóti Marine Le Pen er vorðin alsamt minni. Og Le Penn hevur vunnið inn á hann.

Forsetin hevur millum annað lova skattalættar og hægri pensjónsaldur, um hann verður afturvaldur. Macron er á franska mið-vinstraveinginum.

* Marine Le Pen (Rassemblement national).

Tað er triðju ferð, at Le Pen roynir at gerast franskur forseti. Tann 53 ára gamla Marine Le Pen hevur roynt at tykjast meira moderat og væl skikkað enn mótvalevnini á ytsta høgra veingi. Tó hevur skrá hennara framvegis gingið út upp á at lata hurðarnar aftur fyri flestu asýlumsøkjarunum.

* Eric Zemmour (Reconquête).

Tann sera antimuslimski Eric Zemmour er fyrrvarndi journalistur og hevði framgongd í meiningakanningunum í oktober. Men fleiri gølur eins og fyrilitarleysi stílurin hjá tí 63 ára gamla hevur gjørt, at hann er farin afturum í mun til Le Pen í meiningakanningum.

* Nicolas Dupont-Aignan (Debout la France).

Tann 61 ára gamli Nicolas Dupont-Aignan er eisini ytst á høgra veingi. Hann hevur lovað at berja niður migratión, men bæði Le Pen og Zemmour hava lagt hann aftur um seg.

* Valérie Pécresse (Soyons libres).

Hon er regiónsráðsforkvinna í Île-de-France, sum eitt nú hevur franska høvuðsstaðin París undir sær. Tann 54 ára gamla Valérie Pécresse hevur áður sagt, at hon metir seg sjálva sum tveir triðingar Angela Merkel og ein triðing Margaret Thatcher.

Valstríð hennara hevur tó ikki gingið so væl. Valérie Pécresse er partur av franska høgraveingi.

* Anne Hidalgo (Parti Socialiste).

Tann 63 ára gamla Anne Hidalgo er úr moderata vinstraveingi og er borgarstjóri í París. Tó benda meiningakanningar á, at hon skal stríðast fyri bara at fáa tvey prosent av atkvøðunum.

* Yannick Jadot (Europe Écologie Les Verts).

Jadot er limur í ES tinginum og fyrrverandi Greenpeace-aktivistur. Tá hann varð valdur sum valevni fyri umhvørvisflokkin í september, var mál hansara millum anna, at Frankaríki skuldi hava ein grønan búskap, sum skal fíggjast av, at staturin tekur enn størri lán.

* Jean-Luc Mélenchon (La France Insoumis).

Tann 70 ára gamli politiski veteranurin er gitin fyri røður síðanir ímóti alheimsgerðini og »elitunum«. Tað hevur sæð út, sum um hann er tann einasti av vinstra veingi, sum hevur bara ein lítlan møguleika fyri at røkka í annað umfar 24. apríl.

* Fabien Roussel (Parti communiste français).

Tann 52 ára gamli politikarin úr kommunistaflokkinum hevur lovað skattahækkingar fyri virki og tey, tjena mest. Harumframt  er eitt av lyftunum at nationalisera stórar bankar og orkufeløg.

* Philippe Poutou (Le Nouveau Parti anticapitaliste).

Tann 55 ára gamli Poutou kemur frá ytsta vinstraveingi. Eitt av lyftunum er at gera løgregluna minni og at menna almennu umsitingina.

* Nathalie Arthaud (Lutte ouvrière).

Hon er 52 ára gomul og fyrrverandi lærari og hevur millum annað lova pensjónsaldur á 60 ár. Harumframt er eitt av lyftunum, at minstalønin skal hækka.

* Jean Lassalle (Résistons).

Tann 66 ára gamli Jean Lassalle er tjóðartingslimur. Tað hevur sæð út sum, at hann ongan møguleika hevur á forsetavalinum, men vil eftir øllum at døma varðveita tingsessin, um hann stillar upp á valinum í juni.

Keldurr: AFP, Altinget og Ritzau.

/ritzau/

 

11 valevni stilla upp ímóti Emmanuel Macron um at gerast franskur forseti. - Foto: Daniel Karmann/AP/Ritzau Scanpix/Ritzau Scanpix