12 vilja verða Ársins Songrødd

Leygarkvøldið 29. juni verður finalan í kappingini um at gerast Ársins Songrødd 2002 í Badmintonhøllini í Havn

So er stundin komin til stóru finaluna ?Ársins Songrødd 2002". Leygarkvøldið 29. juni í Badmintonhøllini í Havn skulu 12 sera spennandi og áhugaverdir finalistar á pallin, sum øll hava góðar møguleikar at verða kosin »Ársins Songrødd 2002«. Sostatt er lagt upp til eina finalu, sum ongantíð áður hevur sett so stór krøv til dómararnar, sum higartil hava gjørt eitt megnarverk at finna fram til teir framúrskarandi góðu sangararnar, sum altso nú veruliga skulu standa sína roynd.
Í hesum sambandi kann nevnast, at støðið, í mun til undanfarin ár, verður mett at verða sera høgt, og tað kennist, sum um luttakararnir hava gjørt nógv av at venja rødd og sang, so ikki kann sigast annað enn, at tað verður ein tann mest áhugaverda sangkapping nakrantíð.
Sum altíð tá ið finala er í Ársins Songrødd, verður eisini hesa ferð okkurt áhugavert á skránni. Hesaferð fáa tey sum koma niðan í Badmintonhølina eitt upplivilsi, sum tey neyvan hava upplivað fyrr. Talan er nevniliga um eitt megastórt singback-dansishow við útvaldum dansarum, sum í longri tíð hava vant saman við einum korigrafi. Tær, saman við James Olsen, fara at framføra eitt tað størta showið av sínum slag við ?fullpower" ljóð, ljós, royk og pyrotekniskt fýrverkarí. Pallurin verður sergjørdur til hetta endamál, og sum skilst á fyrireikarunum, so er talan um eitt show í yrkisklassa.
Umframt alt hetta verður eisini dj-show við Martini Kjærbo, sum man vera ein hin mest eftirspurdi plátuvendarin vit eiga.
Jú eitt rimmar kvøld í Badmintonhøllini leygarkvøldið 29.juni. Eitt so stórt tiltak hevði sjálvsagt ikki kunna borið til uttan góðum stuðli, og fyrireikararnir vilja nýta hetta høvi at takka stuðlunum, KONTO´in, Føroya Bjór og Casablanca fyri stuðul, samstundis sum høvisstuðulin, KONTO´in, sum letur kr. 5000,- í 2.vinning+ 10 atgongumerki (sí konto´in nýtt nr.3, 11. juni.)skal hava takk fyri teirra vælvild og áhuga fyri hesum tiltakið fyri tey ungu.