– Vit hava selt 1.200 ferðir til Oslo í januar, sigur Leivur Samuelsen, stjóri í ferðaskrivstovuni 62°Norður. Og tað var eftir lítlari løtu.
Ferðaskrivstovan bjóðar samlaðar pakkar í ymsum støddum, har tú kanst fáa alt íroknað.
Leivur Samuelsen sigur, at enn hava tey flogferðaseðlar og pláss á hotelli eftir, men tey hava eingi atgongumerki til hondbóltsdytir, tey eru øll farin.
Men eru tað fólk, sum hava fingið atgongumerki, so ber til at keypa ferð og uppihald frá 62°Norður, sigur hann.
Tilsamans eru seldir allir tey 4.800 atgongumerkini til teir tríggjar dystirnar, sum føroyska manshondbóltsliðið skal spæla í Oslo í januar. Harafturat vita vit, at nógvir føroyingar hava keypt burtur av atgongumerkjunum hjá hinum londunum, sum vit skulu spæla ímóti. Tí hevur áhugin hesaferð uttan iva yvirhálað áhugan í Berlin í fjør, tá 5.000 føroyingar fóru avstað. Nógvir føroyingar fara uttan iva úr Danmark eisini til til dystirnar.
Tí verður uttan iva størri føroyskur rómur í Oslo enn tað var í Berlin.