Súkklan, taska hennara og telefonin varð funnin, men gentan horvin.
Løgreglan hevur hava nógv fólk til arbeiðis, eina 30 hundar, tyrlu, dronur og alt møguligt anna.
Í morgun boðaði løgreglan frá, at tey høvdu kringsett eini hús, og á tíðindafundi, sum er beint nú, boðaði løgreglan frá, at gentan er funnin á lívi og ein 32 ára gamal maður handtikin.
Umframt tann handtikna sigur løgreglan, at »vit hava handtikið fleiri onnur fólk«, uttan at greiða nærri frá tí.
Meira vil løgreglan ikki siga.