Tað sigur Mahmud Bassal, talsmaður fyri borgaraverjuna í Gaza, sambært tíðindastovuni AFP.
Sambært Bassal var talan um tvey álop, sum bæði fóru fram í Gaza City í nátt.
Í einum álopi varð ovasta hæddin í einum sethúsum í landsynning av Gaza City rakt, og tíggju fólk doyðu.
Annað álopið var móti einum bygningi vestan fyri býin. Her varð ein íbúð rakt, har trý fólk doyðu og fleiri fingu skaða.
Tað er ikki greitt, hvussu nógv fingu skaða ella um tey eru í lívsvanda.
Ísrael hevur ikki enn gjørt viðmerkingar til fráboðanirnar hjá talsmanninum um deyðiligu loftálopini.
Kríggið í Gazageiranum brsast á, eftir at hernaðarligi palestinski felagsskapurin Hamas framdi eitt álop í Ísrael í oktober 2023, sum kostaði umleið 1.200 fólkum lívið.
Síðani hava ísraelsk álop sambært Hamas dripið yvir 63.000 palestinar í Gaza.
Ísraelski herurin fyrireikar í løtuni eitt álop móti Gazabýnum, sum Ísrael vil hava tamarhald á. Í hesum sambandi eru álopini á býin økt, og heitt er á íbúgvarnar um at leita sær skjól.
Sunnudagin komu fráboðanir úr Gazageiranum um, at ísraelskar herdeildir lupu á útjaðarar í Gazabýnum bæði á jørðini og úr luftini.
Samstundis komu fráboðanir um, at trygdarráðið hjá ísraelska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, umrøddi næstu stigini í ætlanini um at koma inn í Gazabýin.
Tað er meira enn ein vika síðani, at Ísrael boðaði frá, at fyrsta stig var byrjað, men eitt fullfíggjað álop á Gazabýin byrjar væntandi um fáar vikur.
Ísrael hevur boðað frá, at tað ætlar at evakuera sivilfólkið, áðrenn herdeildir á landið fara inn í býin.
ST hevur mett, at næstan ein millión fólk búgva í Gazabýnum og økjunum kring býin. Fyri stuttum varð formliga boðað frá hungursneyð í Gaza.
/Ritzau/