13.000 ukrainskir hermenn kunnu vera falnir

Vápnaðu deildirnar hjá Ukraina hava minst millum 10.000 og 13.000 hermenn í krígnum við Russlandi higartil.

 

Tað segði høgi forsetaráðgevin Mykhailo Podoljak í ukrainskum sjónvarpi í gjár.

Ukraina hevur higartil ikki viljað sagt so nógv um, hvussu nóg eru deyð og særd.

Herovastin hjá vápnaðu deildunum, Valerij Zaluzjnyj, varð í august endurgivin fyri at siga, at 9000 ukrainskir hermenn vóru dripin fram til tá.

Fyrr í mánaðinum segði ovasti hermaðurin í amerikanska herinum, at USA metir, at umleið 100.000 russiskir og umleið 100.000 ukrainskir hermenn eru dripnir ella særdir í krígnum.

/ritzau/Reuters