Russiski forsetin, Vladimir Putin, hevur skrivað undir eina nýggja kunngerð, sum áleggur 135.000 russum aftrat at koma í hertænastu til heystar.
Tað veit almenni russiski miðilin, Tass, at siga, og tað er Sky News, sum endurgevur.
Sambært Sky News hevur Russland tvær innkallingar til hertænastu um árið - eina um várið og eina um heystið.
Fyrr í ár kravdi russiski forsetin hertænastu fyri 160.000 nýggjar russar, og hetta var størsta tal sambært Sky News síðan 2011.
Í tíðindastubbanum sigur Tass einki um, hvussu nógvir russar í løtuni eru í hertænastu tilsamans.