Hvat vilja føroyingar?

Fjølmiðlar hava end­ur­giv­ið kanning hjá Spyr.fo við­víkj­andi støðu før­oy­inga til frí­a fost­ur­tøku og verð­ur í yv­ir­skrift sagt at ”Før­oy­ing­ar taka und­ir við fost­ur­tøku til 12. viku” og í und­ir­yvirskrift, at ”Kann­ing vísir, at greiður meiri­luti av føroyingum tekur und­ir við, at fosturtøka skal vera upp til einstøku kvinn­una at gera av til 12. viku av viðgongutíðini?

 

Ein kann ikki annað enn undr­ast yvir slík tíð­indi, tá hugt verður nærri eft­ir kann­ingin, sum sipað verð­ur til.

 

Verður hugt nærri eft­ir kann­­ing­ini, so vóru  799 fólk spurd og av teim vóru tað 57%, ið vóru fyri ”frí­ari fost­ur­tøku” – tvs, at sam­bært nevndu kannning vóru tað 455 føroyingar, ið taku undir við ”fríari fost­­ur­­tøku”.

 

Tá nevnda kanning vís­ir, at 455 av teim spurdu tek­ur undir við ætlaðu broy­t­ing­um, so svarar hetta til  1,17 % av teim 39.000 før­­oy­­ing­­um, ið høvdu valrætt í 2022.

 

Tí tykist mær, at tað er at taka munn­in ov fullan, ja, bein­leiðis villleiðandi at siga, at greið­ur meiriluti av før­oy­ing­um taka undir við frí­ari fosturtøku.

 

Hví ikki lata spurningin um ”frí­an fosturtøku” fara út til fólka­at­kvøðu? Tá fæst at vita, hvør støða før­oy­ing­a er í hesum álv­ars­­máli.

 

 

 

Tordur J. Niclasen