14% dýrari enn í Danmark

Tosað verður um hvussu tey ungu skulu trívast í Føroyum. Vit kunnu bert staðfesta, at um tey skulu lesa í Føroyum og bert fáa kr. 3.700,- í lestrarstudningi um mánaðin, so kann eingin liva av hesum, í Danmark fáa tey uml. kr. 5.200,-.

Tað er sjálvsagt, at tann ungi velur at fara har at lesa, har útreiðslurnar eru minst og umstøðurnar eru frægast. Tí verður Danmark valt sum lestrarstað heldur enn Føroyar, og úrslitið er, at flestu ungu velja at verða verandi, har sum starv er at fáa eftir lokna útbúgving, lønin er betri.

Tosað og skrivað hevur verið um at tað er undirskot av kvinnum í burðardyggum aldri.
Hví? Tær eru fluttar niður at lesa.
Tær sum eru einsamallar mammur við børnum, fáa so nógv betri sømdir í Danmark. Skal ein gjalda leigu, ljós/hita og barnagarð, so er einki eftir at liva fyri.
Broyting má koma í, so hesar mammur fáa betri umstøður, tí matvøran er so dýr at keypa her, uml. 14% dýrari enn í Danmark.

Ein broyting má henda á hesum øki.

Ert tú samd/ur við mær, so vel javnaðarflokkin.