14 deyð av sjálvmorðsbumbum

Tvær sjálvmorðsbumbuatsóknir í Pakistan í morgun hava kravt minst 14 mannalív Myndugleikarnir siga, at minst seks fólk doyðu, tá ein bumbumaður sprongdi seg í luftina inni á einari matstovu har norðuri í landinum. Tilburðurin var í býnum Dera Ismali Khan, sum er kendur fyri at hýsa limum í al-Qaeda og Taliban.

Stutt frammanundan høvdu átta fólk latið lív í einari atsókn at einari aðrari matstovu. Umleið 20 fólk vórðu særd. Hendan atsóknin var í einum býi stutt frá afghanska markinum.

Seinastu tíðina hava fleiri bumbuatsóknir verið í útnyrðingspartinum av Pakistan nærhendis afghanska markinum.