FISKASØLA
Í dag seldi Fiskamarknaður Føroya góð 54 tons av fiski fyri 759.000 krónur.
Meginparturin av fiskinum var toskur, umleið 33 tons tilsamans. Mest var av toski 4, góð 14,4 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 13,54 krónur fyri kilo. 11,9 tons vóru av toski 3, sum fekk miðalprísin 17,32. Hálvt triðja tons var av toski 2, og her var miðalprísurin 20,34 krónur fyri kilo.
Næst størstu nøgdirnar á marknaðinum í dag var hýsa. Mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 14,80. Góð 5 tons vóru av hýsu 3, og her var miðalprísurin 13,09 krónur fyri kilo.
Lítið var av øðrum fiskasløgum á marknaðinum í dag.
Hóast nakað er eftir av vetrinum enn, stendur várið fyri durum, og í dag vórðu eisini 666 kilo av toskarognum seld á marknaðinum fyri 9,10 krónur fyri kilo.
Sum heild kann sigast, at miðalprísurin á fiski hevur ikki verið serliga nógv ávirkaður av, at stórur partur av heimaflotanum hevur ligið bundin við bryggju í tríggjar vikur.
Miðalprísurin fyri øll fiskasløgini samanlagt á Fiskamarknaði Føroya í dag var 14,01 krónur fyri kilo.