Soleiðis, sum vit hava hoyrt, vórðu tvey fólk funnin deyð á íslendska Edition-hotellinum í Reykjavík gjáramorgunin.
Ein fronsk kvinna, sum er undir illgruna fyri dráp av manni og dóttir, er dømd til varðhaldsfongsling til fríggjadagin komandi.
Hon hevði eisini álvarsligar løstir og varð flutt á sjúkrahús, tá løgreglan kom á staðið.
Íslendska kringvarpið RUV veit at siga, at øll trý høvdu stunguskaðar.
Tað var leygarmorgunin, at løgreglan varð boðsend, eftir at starvsfólk á hotellinum høvdu boðað frá, at okkurt ræðuligt varð hent um náttina.
Øll fjórða hæddin á hotellinum varð sperrað av, meðan løgreglan gjørdi sínar kanningar.
RUV veit at siga, at franska familjan hevði bókað tilsamans seks nætur á hotellinum fram til í morgun, sunnudagin.
- Drápið hevur skakað Ísland, veit tíðindastovan NTB at siga, og NTB endurgevur íslendska kringvarpið, RUV.