Evnið, sum verður viðgjørt á degnum, er ‘rúsevni og rúsevnismisnýtsla’. Á skránni eru m.a. framløgur, fyrilestrar, pallborðskjak, filmssýning og tónleikur. Allir næmingar á gymnasialum miðnámi og yrkisnámi møta á Hálsi kl. 08:00, og dagurin endar kl. 15:25.
Glasir boðar frá, at fyri at órógva ferðsluna á Hálsi sum minst í morgun, heita tey á næmingar og lærlingar um ikki at hava egnan bil við.
– Og um tey mugu hava bil við, at nýta parkerinsmøguleikarnar í økinum kring Gundadal.
– Tey, sum seta fólk av, skulu ikki koyra niðan til høllina á Hálsi uttan so, at talan er um rørslutarn. Vaktir vera á økinum at fáa ferðsluna at glíða, og fTórshavnar Kommuna og politiið eru kunnað um tiltakið, sigur leiðslan á Glasi.