145 dagar síðani seinast

Aftur í kvøld tapti KÍ eftir at hava verið á odda.

Tað gongur pent sagt illa hjá KÍ. Tað eru 145 dagar síðani seinasta sigurin, sum var tann 28. apríl, tá teir bastu 07 Vestur.


Eins og so ofta áður, komu klaksvíkingar á odda 0-1. Hetta við málið frá Álvi Christiansen eftir 62. minuttum.


Men heimaliðið megnaði at svara aftur í 71. minutti. Fyrst var tað Súni Olsen, sum sendi beinleiðis fríspark í netið úr 35 metrum. Skotið var gott, men Meinhard Joensen sá ikki serliga gott út í samband við hesa støðuna.


Løtu seinni, í 77. minutti, var aftur galið hjá KÍ. Hesa ferð var tað innskifti Rasmus Dan Sørensen, sum á brotsteigarmarkinum legði bóltin lágt inn við vinstru stong. Eitt fínt mál og ein uppiborin sigur, tí B36 hevði bóltin meiri og hevði eisini teir flestu kjansirnar, hóast KÍ upp á ongan máta spældi ein ringan dyst.


Sí yvirlit yvir dystargongdina HER.


Sí myndir frá dystinum HER.