Søgan heldur fram at endurtaka seg. KÍ kemur á odda, men endar við at tapa. Tað gjørdu teir aftur fríggjakvøldið móti B36 í Gundadali. KÍ hevði til hendan dystin broytt taktiska uppleggið, og stórur dentur varð nú lagdur á verjupartin, sum hevur verið veika punktið í hesum kappingarárinum.
Tað eydnaðist til eitt vist, tí B36 kom ikki til nógvar møguleikar. Hinvegin, so gjørdist dysturin eisini lítið áhugaverdur fyri hyggjaran, tí B36 slapp ikki til møguleikar, meðan KÍ lá langt afturi á vøllinum og kom til lítið í hinum endanum.
Størsta møguleikan í fyrra hálvleiki fekk KÍ. Tað skuldi ein verjuvilla frá Hørðuri Askham til. Hann skuldi spæla bóltin aftur til málverjan, men afturleggingin gjørdist ov stutt. Páll A. Klettskarð gjørdist púra leysur, men Tórður Thomsen kom væl ú tog bjargaði.
KÍ fær hol á
Seinni hálvleiki var lítið minni spennandi fyrsti løtuna, men nú var KÍ omaná. Teir komu inn á hálvuna hjá B36 og løgdu trýst á. Í 62. minutti kom so málið. Álvur F. Christiansen meddar til uttanfyri brotsteigin og skorar.
Nú er gleði millum KÍ viðhaldsfólkini, men so skjótt sum tey fóru at gleðast, so endurtók søgan seg. Fyrst langaði Súni Olsen eitt fríspark í kassan úr 35 metrum. Helst skuldi Meinhardt Joensen havt tikið tað.
Løtu seinni avgjørdi so innskifti Rasmus Dan Sørensen dystin. Hann fekk bóltin stutt uttanfyri brotsteigin og skjeyt. Bólturin smoygdi sær millum vinir og fíggindar, og allan vegin í málið.
Tá var eitt lítið korter eftir, og tað eydnaðist ongantíð KÍ at fáa spenning í dystin aftur. Hetta var dagur nummar 145 síðani KÍ vann seinast. Tað vil siga, at tá KÍ fer á vøllin í Klaksvík komandi leygardag móti EB/Streymi, so eru tað fleiri enn 150 dagar síðani KÍ seinast vann ein landskappingardyst!
[email protected]
Stubbi 1:
Fýra dystir at bjarga lívinum
KÍ hevur nú fýra dystir at bjarga lívinum. Teir eru EB/Streymur (Ú), AB (Ú), Víkingur (Ú) og 07 Vestur (H). Bjargingin hjá KÍ tykist tó mest liggja í, at TB er steðgað upp. Teir vunnu gott nokk á KÍ, men síðani er einki komið á stigatalvuna.