145 tons fyri 2,7 miljónir krónur

Samanlagdi miðalprísurin á søluni hjá Fiskamarknaði Føroya í morgun var 18,68 krónur fyri kilo.

 

Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya tilsamans 145,8 tons av fiski fyri stívliga 2,7 miljónir krónur. Hetta gevur ein miðalprís fyri øll fiskasløgini samanlagt á 18,68 krónur fyri kilo.

 

Mest var av toski, harav nøgdin av toski 3 var hin størsta, 22,4 tons tilsamans, sum fór fyri miðalprísin 20,41 krónur fyri kilo. Næst mest var av toski 2, 18,6 tons tilsamans, og her var miðalprísurin 21,13. Nøkur fá tons vóru eisini av toski 1, stívliga 3,5 tons tilsamans, sum fekk miðalprísin 21,93 krónur fyri kilo.

 

Væl var eisini av hýsu á marknaðinum í morgun, mest var av hýsu 2, sum fekk miðalprísin 12,03. Sløk sjey tons vóru av hýsu 3, og her var miðalprísurin 11,92 krónur fyri kilo.

 

Nakað var eisini av blálongu, stívliga 15 tons tilsamans, og her var besti miðalprísur átta krónur fyri kilo.  

 

Tað var serliga svartkalvi, sum lyfti undir miðalprísin á søluni í morgun. Eini 28 tons vóru av svartkalva, og her var besti miðalprísur 32,30 krónur fyri kilo. Nøkur fá tons vóru eisini av havtasku, og her lá miðalprísurin beint oman fyri 25 krónur fyri kilo.

 

Onnur lutfalsliga dýr fiskasløg á marknaðinum í morgun vóru reyðsprøka og tunga, men her var bara talan um  nøkur fá tons. Reyðsprøka fór fyri 18,82 og tunga fyri 26,33 krónur fyri kilo.