Enn veksur talið av løntakarum í føroyska samfelagnum, men vøksturin er ikki eins stórur sum undanfarnu árini.
Tað vísa nýggjastu hagtølini frá Hagstovu Føroya. Stovnurin hevur í dag kunngjørt nýggjast hagtølini fyri talið av løntakarum, ið vísa, at 24.737 løntakarar vóru í Føroyum í juli. Tað er tað sama, ið tað var í mai og juni.
Nógv virksemi hevur verið í Føroyum seinastu árini, og serliga innan byggivinnuni hevur nógv verið at gjørt. Tað sæst eisini aftur í hagtølunum. Seinasta árið eru 616 nýggir løntakarar komnir aftrat í Føroyum, ið er ein vøkstur á 2,5 prosent. Av teimum 616 nýggju størvunum, eru 147 í byggivinnuni, ið er ein 4,4 prosent vøkstur í vinnuni. Eisini í almennu tænastum er talan um ein stóran vøkstur, har 257 nýggir løntakarar eru komnir aftrat síðsta árið.
Talið av løntakarum hevur verið veksandi síðani á várið 2013, tá tað vóru 23.700 løntakarar í Føroyum. Hagstovan skrivar, at tað var serliga um summarið og heystið 2014, at vøksturin var stórur, tá 70 løntakarar løgdust aftrat um dagin. Tað talið er tó munandi lægri í dag. Síðsta hálva árið er talið av nýggjum løntakarum minka til 35 løntakarar um mánaðin.