Landingarmiðstøðin á Tvøroyri (LMT) verður seld á tvingsilssølu í apríl. Tað er BankNordik sum krevur, at ognirnar verða seldar, tí landingarmiðstøðin megnar ikki at halda sínar fíggjarligu skyldur.
- Eg skilji væl, at bankin ikki vil meira, men eg fegnist samstundis um, at bankin eisini ásannar týdningin av, at landingarmiðstøðin heldur fram, sigur stjórin seinastu árini, Niels Olaf Eyvindsson, sum sjálvur eigur 540.000 krónur í partapeningi í felagnum, sum nú er undir bankans leiðslu.
Tað hevur gingið aftur og fram við landaðu nøgdunum, og seinnu árini hava nøgdirnar verið minkandi. Árið 2011 var eitt vánaligt ár - og 2012 var enn verri.
Virksemið hjá LMT liggur á havnalagnum á Tvøroyri, beint uttanfyri virkið hjá Varðanum Pelagic.
Partapeningurin í LMT er á umleið 3,3 miljónir krónur, harav Landingarmiðstøð Føroya eigur umleið ¼ - ella einar 800.000 krónur. Aðrir eigarar eru eisini í felagnum, P/F Landingarmiðstøðin á Tvøroyri, sum átti og rak virksemið.
Fyrsti stjóri á landingarmiðstøðini, sum varð stovnað fyri skjótt 11 árum síðan, var John Nielsen, og í 2006 varð hann avloystur av Niels Olafi, sum framvegis - og eisini nú bankin hevur ræðið yvir bygningi og ognum - starvast á landingarmiðstøðini.
Orsøkin til, at landingarvirksemið heldur fram, hóast eigararnir nú hava mist ræðið á ognunum, er tann týdningur, sum vinnulívið og BankNordik meta, at virksemið hevur fyri Suðuroynna.
Í dag er tað eitt felag hjá Delta Seafood, sum rekur virksemið fyri BankNordik - fram til tvingsilssøluna í apríl.
Eini 15 fólk starvast á Landingarmiðstøðini á Tvøroyri, og nú tað er BankNordik, sum við dómi hevur yvirtikið ræðið yvir bygningi og ognum, veit eingin, hvat fer at henda, tá ognirnar verða seldar.
Óhugsandi er ikki, at tað verður felagið hjá Delta Seafood, sum kanska saman við øðrum fer at keypa virksemið, og tá er væntandi, at landingarmiðstøðin á Tvøroyri, sum hevur so stóran týdning fyri skip og virkir í oynni, fer at halda fram.
- Tá nøgdirnar vóru størstar, landaðu vit uppí eini 13.000 tons av fiski um árið. Vánaligastu árini hava vit verið niðri á eini 5.000-6.000 tonsum. Hóast nøgdirnar eru minkaðar, trúgvi eg framvegis, at grundarlag er í Suðuroynni, sigur Niels Olaf Eyvindsson.