Tað gongur framá við spælitíð hjá Jóannesi Bjartalíð. Í kvøld fekk Jóannes meir enn ein hálvan tíma á vøllinum, tá lið hansara, Fredrikstad vann 3-2 á Strømsgodset í dysti í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Tá eitt korter var farið av dystinum gjørdi Strømsgodset sjálvmál. Í 39. minutti megnaði Strømsgodset at skora í rætta endanum av vøllinum. Beint undan steðginum legði Sondre Sørløkk Fredrikstad á odda 2-1.
Tá eitt korter var eftir av vanligu leiktíðini javnaði útiliðið til 2-2. Men danski áleyparin, Emil Holten syrgdi í 88. minutti fyri, at øll trý stigini vóru eftir í Fredrikstad.
Fredrikstad er nummar seks í deildini við 25 stigum. Teir hava fýra stig upp til fjórða plássið, har Bodø/Glimt hevur 29 stig. So evropeisku plássini eru í eygsjón.
Leygardagin 2. august hevur Fredrikstad útidyst móti Tromsø.