15 fólk særd í russiskum álopi á Kharkiv

- Millum tey særdu eru fýra børn, sigur guvernørurin í Kharkiv-økinum, Oleh Synjehubov

Viðhefta mynd er frá einum øðrum russiskum álopi á Kharkiv - og ikki frá álopinum í nátt

Í minsta lagi 15 fólk eru særd í einum russiskum álopi á býin, Kharkiv, sum er næst størsti býur í Ukraina.

 

Tað sigur guvernørurin í økinum, Oleh Synjehubov, á Telegram. Hann leggur aftrat, at millum tey særdu eru fýra børn.

Sambært guvernørinum vórðu ellivu íbúðarblokkar raktir, eini hús, tólv bilar, tveir skúlar, ein barnagarður, ein venjingarmiðstøð, handlar og vørugoymslur í býnum.

 

Í allari regiónini, sum liggur nærindis markinum til Russlands, vóru tilsamans 16 fólk særd, harav tey 15 bara í Kharkiv, veit tíðindastovan NTB at siga í morgun.

 

 

 

 

 

Viðhefta mynd er frá einum øðrum russiskum álopi á Kharkiv - og ikki frá álopinum í nátt