Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðvenjari hjá, AIK Stockholm er trygt víðari til triðja undanumfarið í Conference League.
AIK vann í kvøld stórsigur 6-0 á lettiska liðnum, Paide á Strawberry leikvøllinum. Í steðginum var AIK á odda 3-0. AIK vann 2-0 á útivølli. Sostatt gjørdist talan um ein samlaðan 8-0 sigur.
Johan Hove og Anton Jonsson Saletros skutu tvey mál hvør. Erik Flataker skoraði eitt mál, og so gjørdi Paide eisini sjálvmál.
AIK hevði 15 royndir innanfyri málrammurnar. Paide hevði onga roynd innanfyri málrammurnar.
Í komandi umfarinum møtir AIK ungarska liðnum, Györ. AIK leggur fyri á heimavølli komandi hóskvøld klokkan 18.