FSF boðar í dag limafeløgunum frá, at tríggir landskappingardystir í bestu deildini og tveir í næstbestu deildini eru fluttir. Orsøkin er tann, at KÍ og Víkingur tvær tær næstu vikurnar fara at spæla í Europa. Flytingarnar eru gjørdar sambært vegleiðingini "Altjóða dystir og landskapping.”
KÍ fer týsdagin 5. august at spæla á Tórsvølli og hósdagin 14. august á útivølli í Ungarn. Víkingur fer hósdagin 7. august at spæla á Tórsvølli og hósdagin 14. august á útivølli í Norðurírlandi, har mótstøðuliðið verður Linfield FC.
Flytingarnar í heimligu kappingini eru hesar:
EB/Streymur og KÍ spæla mikudagin 24. september og ikki nú sunnudagin.
Víkingur ímóti B36 er fluttur frá leygardegnum 9. august og til sunnudagin 10. august.
B36 ímóti KÍ er fluttur frá sunnudegnum 17. august og til mánadagin 18. august.
Í næstbestu deildini er KÍ – Víkingur fluttur frá hósdegnum 7. august og til leygardagin 9. august, og B71 – B36 er fluttur frá hósdegnum 14. august og til sunnudagin 17. august.