Átta ferðir hava føroysk lið møtt norðurírskum liðum í Champions League og Europa League dystum. Og allar átta ferðirnar eru norðurírsku liðini komin sigrandi frá uppgerðunum, ofta aftaná javnar og spennandi uppgerðir.
Spurningurin er: kann Víkingur broyta hesa keðiligu gongdina? Víkingur møtir Linfield á Tórsvølli komandi hóskvøld klokkan 19, og spælir returdyst í Belfast eina viku seinni.
Í 2012 spældi Linfield FC móti B36 í Champions League undankappingini. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 0-0. Linfield vann seg víðari aftaná brotssparkskapping í Gundadali frammanfyri 1.900 áskoðarum. Brotssparkstapið sveið djúpt hjá B36, ið var tað betra liðið teir fyrstu 90 minuttirnar á ovara vølli í Gundadali.
Í 2013 vann Linfield 2-0 á ÍF á Tórsvølli og 3-0 á Windsor Park í undankappingini til Europa League. Hetta var ta tiltiknu ferðina nakrir spælarar hjá ÍF fóru í feriu.
Í 2014 vann Linfield 2-1 á B36 á Tórsvølli í Europa League undankappingini. B36 megnaði javnleik 1-1 á WIndsor Park, men Linfield vann samanlagt 3-2.
Í 2015 vann Linfield 2-0 á NSÍ á Windsor Park, men tapti 3-4 móti NSÍ á Svangaskarði, og slapp víðari í Europa League undankappingini við einum samlaðum 5-4 sigri.
2019 var eitt satt skaðaár í so máta. HB spældi javnleik 2-2 móti Linfield á heimavølli, og hevði møguleikar til at vinna ein sannførandi heimasigur. Niðri í Belfast tapti HB tepurt 0-1. Táverandi høvuðsvenjarin hjá HB, Heimir Guðjónsson duldi ikki, at júst hetta tapið var kanska hansara størsta vónbrot tey bæði árini hann vandi HB í 2018 og í 2019.
B36 og NSÍ tóku heldur ikki av móti norðurírskum liðum í 2019. NSÍ tapti 0-2 á útivølli móti Ballymena United. Runavíkingar høvdu málmøguleikarnar til at koppa Ballymena í returdystinum, men tað endaði við einum 0-0 javnleiki á Svangaskarði.
B36 fekk sama árið snøgt sagt einki burturúr móti Crusaders. B36 tapti 0-2 á útivølli og tapti 2-3 á heimavølli, og vann sostatt ikki Føroyum nakað stig tá.
Í 2020 hevði HB við Jens Berthel Askou eitt fantastiskt kappingarár í heimligu kappingini, men ein skeina var í lakkinum hetta árið. HB spældi móti norðurírska liðnum, Glentoran í Europa League undankappingini. Vegna koronufarsóttina var bert ein dystur leiktur, og hann var leiktur í Norðurírlandi. HB tapti 0-1, og fyri áttandu ferð hevði eitt føroyskt lið tapt fyri einum norðurírskum liði. Tapið sveið hjá Jens Berthel Askou, ið annars hevði eitt minniligt kappingarár við HB.
Kelda: FaroeSoccer