Trygdarløgreglan í meksikanska landspartinum Guerrero hevur funnið 15 høvuðleys lík tætt við eina handilsmiðstøð í tí kenda frítíðarbýnum Acapulco. Løgreglan varð boðsend eftir ein skotbardaga í nátt, og tá løgreglan kom á staðið, fann hon tey 15 líkini. Sambært talsmanninum hjá løgregluni vóru menninir millum 15 og 30 ár.
Hetta er aðru ferð í ár, at løgreglan í Acapulco finnur líkini av myrdum monnum. Fyrru ferð var síðasta vikuskiftið, tá løgreglan kom fram á fýra lík.
Stríðið millum rúsevnaharkaliðini og meksikonsku myndugleikarnar hevur kostað meiri enn 30.000 mannalív tey seinastu fýra árini.