15 ár síðan Senna doyði

Í dag eru 15 ár síðan brasilianski Formel 1 koyrarin Ayrton Senna doyði í eini vanlukku á Imola-breytini í Italia 1. mai 1994. Ayrton Senna misti eftir øllum at døma harradømið á bili sínum og koyri við 217 km/t inn í girðingina kring breytina.

Hann bleiv deyðiliga løstaður, tá høgra forhjól á bilinum kom sendandi aftur, har sum hann sat og rakti trygdarhjálmin so hart, at hann fekk so stóran løst, at hann doyði at stoytinum.

Ayrton Senna verður av mongum roknaður sum tann besti koyrarin í Formel 1 søguni.

Síðan hann doyði eru trygdarkrøvini í bilunum og á breytunum munandi herd, soleiðis at ólukkurnar í dag ikki fáa so álvarsligar fylgjur.

Ayrton Senna varð føddur 21. mars 1960, og var hann sostatt 34 ára gamal, tá hann doyði.

TRÝST HER fyri at lesa meira á biltíðindum á Portalinum