15 ára gomul á liði við mammu og mostir

Kvinnur: Tær báðar eldru hava spælt fleiri enn 1000 dystir tilsaman

Tá ið KÍ næstsíðsta sunnudag vann 3-2 ímóti HB í fyrsta landskappingardystinum í ár, var 15 ára gamla Jórun Najma Patawary fyrstu ferð á KÍ liðnum. Hon fylti 15 ár 7. mai, og varð skift inn 24. mai, tá ið tað restaðu tveir minuttir.

Tá var hon liðfelagi hjá mammuni og mostrini – 39 ára gomlu tvíburunum Ragna Patawary og Rannvá B. Andreasen.

Tær báðar hava í fótbóltshøpi nógv at oysa av, sum 15 ára Jórun kann taka til sín.

Sambært faroesoccer.com hevur mamman, Ragna, spælt 336 landskappingardystir, og mosturin, Rannvá, hevur spælt 388 landskappingardystir og skorað 545 mál.

Um alt verður lagt tilsaman – landskapping, steypakapping, dystir í Europa og landsdystir – so hava tær báðar tilsaman spælt nærri 1100 enn 1000 dystum.

Í dag fara tær tríggjar saman við hinum í KÍ hópinum undir fjørðin og til Fuglafirðar, har ÍVB er mótstøðulið. Óvæntað var tað, at samansetta liðið hjá teimum í ÍF, Víkingi og B68 í fyrsta umfari tapti 4-1 í Gundadali ímóti B36, sum av álvara tykist hava spílað seg út.

B36 skal í dag spæla á útivølli í Hólmanum á Eiði ímóti EBS/Skála, sum í fyrsta umfari tapti 4-0 á útivølli ímóti NSÍ. HB eigur í dag heimavøll á Tórsvølli ímóti NSÍ.

 

ÍVB – KÍ: Jákup Ø. Mohr kl. 13.00

EBS/Skála – B36: Árni Brandsson Petersen kl. 18.00

HB – NSÍ: Ronni Grandal kl. 12.15