15 stig – nú kemur summarið

Hann hevur ligið við kulda og ælaveðri í longri tíð. Men nú kemur broyting í – í roynd og veru longu í morgin.

Veðurmaðurin í Miðlahúsinum, Petur Skeel Jacobsen sigur, at vit kunnu vænta heilt upp í 15 stig um vikuskiftið.

Góða veðrið byrjar annars longu í morgin, tá hann verður landsynningur í ættini – fyrrapartin við sól, men seinnapartin regn av og á. Hitin verður millum 10 og 13 stig.

Mikudagin verður sama ætt og sama veður, men tá kunnu vit vænta hita upp í 14 stig.

- Men sjálvandi – mjørki kann verða á ávísum støðum, og har verður ikki so heitt, slær Petur Skeel fast. – Kanska ikki meiri enn 10 stig.

Hósdagin verður sama veður og fríggjadagin við. Men leygardagin er ikki óhugsandi, at hitastigini fara heilt upp á 15.

- Nú hevur verið kalt ivaleysa leingi. Nú treingja vit til hita, sigur Petur Skeel.

(savnsmynd: Fuglafjørður)