150 borgarar á depilin um árið

Arbeiðið at byggja umlættingar- og rehabiliteringsdepilin í Hoyvik gongur so væl, at avgjørt er at hava reisigildi longu á grækarismessu.

Í dag vitjaði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, arbeiðsplássið saman við embætisfólki úr umsitingini. Á lítlari samkomu fegnaðist hon um, at arbeiðið gongur væl, og at nú nærkast til, at hendan sjáldsama slóðbrótandi verkætlanin verður veruleiki.

- Byggiarbeiðið varð boðið út í heildararbeiðstøku millum tríggjar arbeiðstakarar. MT Højgaard saman við Lofti arkitektum átti vinnandi uppskotið.

Í Tórshavnar kommunu siga tey í kvøld, at depilin er liður í arbeiðnum hjá heilsu- og umsorganartænastuni at veita mennandi tilboð til heimabúgvandi eldri borgarar, samstundis sum økt verður um føstu búplássini á røktarheimi.

- Roknað verður við, at umleið 150 borgarar koma at hava uppihald á deplinum um árið. Serliga nógv er gjørt burturúr hentleikum og umstøðum til felags tiltøk og venjingar - við serliga góðum hølum til ergo- og fysioterapi.

Í Tórshavnar kommunu leggja tey aftrat, at samdøgursrehabiliteringin er týðandi liður í at menna og styrkja heimabúgvandi borgarar til framhaldandi at liva eitt virkið og gott lív heima.